Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Synergi: - Skeið fyri teg, sum javnan hevur eina rúgvu at lesa. Tá skeiðið er liðugt, klárar tú at skimma 100 síður uppá 20 minuttir. Og skilja tað - betur!

Kom og lær at lesa dupult so skjótt og skil harafturat tekstin betur.

Tað ljóðar sum tann rami gandur.
Tað er tað ikki.
Tað er teknikkur.

Hevur tú eina rúgvu, tú skal lesa uppá stutta tíð? Situr tú ofta við tungum tekstum? Ert tú í holt við at taka eina hægri útbúgving við stórum pensum at lesa? Er arbeiði hjá tær soleiðis háttað, at tú mást lesa eina rúgvu fyri at kunna útinna tað til fulnar? Ella kundi tú bara hugsað tær at økt um lesiskjótleikan sum heild?

So fært tú heilt víst nógv burturúr at koma á skeið í skjótlesing.

Á skeiðinum lærir tú m.a. at "sløkkja ljóðið", so tú ikki lesur hart innantanna. Tá tú hevur lært tað, fert tú at duga at lesa upp til dupult so skjótt sum fyrr. Og harafturat fert tú eisini at skilja tekstin, sum tú lesur - betri, væl at merkja!

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo