Eg havi ikki tosað við vermóður í longri tíð. Eg havi ikki viljað brotið hana av
- Rodney Dangerfield

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Skúlin á Fløtum: Martin Karl Olsen er settur í starv sum 1. varaskúlastjóri í Skúlanum á Fløtum frá 1. november.

Komandi varaskúlastjórin er 46 ára gamal, tók prógv á Føroya Læraraskúla í juni 1996. Stutt skifti arbeiddi hann sum vikarur í Vágs skúla og í skúlanum á Leiti, og í 1999 kom hann í starv í Tórshavnar kommunuskúla, sum nú saman við Venjingarskúlanum er Skúlin á Fløtum.

Martin Karl hevur fyrsta av øllum undirvíst í støddfrøði og alis-/evnafrøði, men í stór 16 ár hevur hann eisini verið telduvørður, ið seinastu árini hevur talt bróðurpartin av hansara starvsøki.

1 varaskúlastjórin er næsti maður stjórans, og hann skal saman við leiðslutoyminum mynda nýggja skúlan, áhaldandi stuðla samanleggingartilgongdini og saman við starvsfólkunum byggja upp eina mentan, ið ger at undirvísingin røkkur út um tað, vit kenna í dag. 1. varaskúlastjórin fer at hava týðandi leiklut í at leggja nýggju námsfrøðiligu kós skúlans. Saman við skúlastjóranum kemur hann at hava námsfrøðiligu leiðsluna og ábyrgd av virksemi skúlans.

Fráfarandi 1. varaskúlastjóri, Jógvan Dahl, fer frá við eftirløn 1. november. Hann hevur starvast sum varaskúlastjóri í Venjingarskúlanum frá august 2009, til hann varð fyribilssettur skúlastjórií skúlaárinum2013-2014. Frá 1. januar 2015 gjørdist Jógvan Dahl 1. varaskúlastjóri í samanlagda skúlanum, ið fekk navnið Skúlin á Fløtum. Jógvan tók læraraprógv í 1981 og starvaðist fyrstu mongu árini í Fuglafjarðar skúla.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo