Tú kanst skáka tær undan veruleikanum. Men tú sleppur ikki undan fylgjunum av at skáka tær undan veruleikanum
- Ayn Rand

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Svar upp á fyrispurning nr. 52-214/2021 eftir § 52a í tingskipanini um barnsburðartunglyndi, frá Sirið Stenberg, løgtingskvinnu

Spurningarnir vóru soljóðandi:
1. Er tað rætt, at Psykiatriski Depilin ikki veitir hjálp fyri barnsburðartunglyndi í løtuni, og at samstarvið við Gigni tískil ikki er virkið?

2. Um ja, hvussu leingi hevur støðan verið soleiðis ?

3. Hvussu nógvar mammur vóru í samband við Psykiatriska Depilin árliga, tá ið skipanin virkaði?

4. Verða allar mammur framvegis screenaðar fyri barnsburðartunglyndi?

5. Hvør hjálp verður sett inn, nú tænastan hjá Psykiatriska Deplinum er óvirkin, og hvussu long er bíðitíðin hjá mammunum at sleppa framat?

Svar:
Til spurning 1, 2 og 3
Psykiatriski depilin á Landssjúkrahúsinum hevur ikki havt eitt fast tilboð um viðgerð fyri barnsburðartunglyndi.

Tað, sum spyrjarin sipar til, var ein verkætlan um barnsburðartunglyndi, sum Psykiatriski depilin seinastu árini hevur luttikið í, har partur av verkætlanini var, at depilin veitti viðgerð, tá hetta varð mett neyðugt. Talan var um granskingarverkætlan, sum varð fíggjað av Sjúkrakassagrunninum, Granskingargrunninum og lutvíst Psykiatriska deplinum. Verkætlanin varð samskipað í samstarvi við Gigni, ljósmøðurnar og umboð fyri kommunulæknaskipanina.

Sambært Sjúkrahúsverkinum var dátuinnsamlingin í verkætlanini herfyri liðug, og varð tá avrátt fyribils at steðga við tilboðnum um viðgerð, til úrslitini frá verkætlanini fyrilógu fyri at vita, hvat hesi vístu um tørv og gagn av viðgerðartilboðnum. Samstundis varð støða tikin til, at tey, sum fingu staðfest barnsburðartunglyndi, skuldu vísast til tey tilboð, sum annars eru í heilsuverkinum.

Tað hevur drigið út at fáa verkætlanini lidna, og endaligu úrslitini eru ikki klár enn. Hetta verður væntandi liðugt innan stutta tíð. Tá verkætlanin verður almannakunngjørd, fáa øll innlit í, hvussu nógvar mammur hava verið í samband við Psykiatriska depilin hetta tíðarskeiðið, ið verkætlanin var í gongd.

Tá endaligu úrslitini eru greið, ber eisini til at gera nærri metingar av, hvørji tilboð neyðugt er at seta í verk, tá burðartunglyndi verður staðfest, og hvat tilfeingi er neyðugt fyri at hetta kann lata seg gera.

Til spurning 4
Allar nýklaktar mammur í Føroyum fáa tilboð um at verða screenaðar fyri barnsburðartunglyndi, tá barnið er 8-10 vikur. Heilsufrøðingarnir hava gjørt hesa kanningina síðani 2012. Sambært Gigni vísa kanningar, at 10-12% av øllum mammum hava tekin um barnsburðartunglyndi og hava tørv á einum eyka átaki.

Til spurning 5
Í løtuni verða mammurnar, ið hava tekin um barnsburðartunglyndi, ávístar aftur til kommunulækna, sum síðani metir um støðuna og kann vísa víðari til sálarfrøðing ella til Psykiatriska depilin.

Í løtuni kann vera trupult at sleppa framat einum sálarfrøðingi. Sambært Heilsutrygd er aktuella bíðitíðin frá gott einum mánað upp til seks mánaðir hjá onkrum.

Heilsumálaráðið, 28. juni 2022
Kaj Leo Holm Johannesen
landsstýrismaður

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo