Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

10 ár eftir at amerikumenn beindu fyri heimsins mest eftirlýsta yvirgangskroppi, tí saudi arabiska Osama bin Laden, er yvirgangsfelagsskapur hansara Al-Qaeda framvegis ein vandamikil felagsskapur, hóast hann er nógv viknaður í mun til hvat hann var 11. september 2001, tá hann leyp á USA.

Serfrøðingarnir halda, at nýggi leiðarin í al-Qaeda, egyptiski jihadisturin Ayman al-Zawahiri, er ein nógv minni karismatiskur leiðari, og tað er eisini óvist, um hann yvirhøvur er á lívi. USA hevur lovað tí 25 milliónir dollarar, sum kann taka al-Zawahiri, og hann stendur ovast á listanum hjá USA við yvirgangskroppum.

- Al-Qaeda er helst bara ein skýggi av tí, hann var tá. Veruligi fíggindin í dag er kappingarneytin, Islamiski Staturin, verður sagt.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo