Eg havi ikki tosað við vermóður í longri tíð. Eg havi ikki viljað brotið hana av
- Rodney Dangerfield

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Merkisdagar

Í dag eru 10 ár liðin, síðani Ingálvur av Reyni andaðist. Hann er okkara størsti listamálari og hevði somuleiðis sjáldsama góða songrødd.

Tórshavnar kommuna hevði í hyggju at gera Ingálv til heiðursborgara í Tórshavnar kommunu, men Ingálvur var eyðmjúkur og bar seg tí undan at fáa henda serliga heiður, sum áður annars bara er fallin tveimum borgarum í lut.

Ingálvsstova á Ráðhúsinum
Fyri hálvumøðrum ári síðani varð málningasavn kommununnar umskipað, og tá varð stóra fundarhølið á Ráðhúsinum prýtt við málningum bara eftir Ingálv av Reyni. Fundarhølið verður rópt Ingálvsstova.

Í tí sambandinum vitjaði einkjan eftir Ingálv av Reyni inn á gólvið, har mentamáladeildin, borgarstjórin og kommunustjórin vóru vertir fyri einum drekkamunni. Elsa av Reyni vitjaði saman við synunum Eyðuni, Árna og Hera.

Myndin er úr filminum “Svartur sannleiki” frá 1999, sum Dánjal Højgaard og Hans Petur Hansen løgdu til rættis.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo