Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Skúlablaðið: Í skúlanum á Giljanesi eru 310 næmingar, í Sørvági 185, og í Vestmanna skúla ganga einir 200 næmingar. Altso útivið 700 skúlanæmingar tilsamans. Samstarvið millum hesar stóru skúlar fevnir bara um 10. flokk.

- Vit hava havt samstarv við Sørvág fyrr, men tað datt niðurfyri, áðrenn eg eri komin í leiðsluna. Fyrrverandi stjórin fór undir samstarv við skúlarnar í Vestmanna og Sørvági, og hetta samstarv halda vit fram við, sigur stjórin í skúlanum á Giljanesi, Annbritt Toftegaard.

Annbritt tók læraraprógv í 2000 og hevur arbeitt sum lærari í Miðvágs- Sándavágs skúla, nú Skúlin á Giljanesi, frá 2001.

Hon hevur leiðsluútbúgving í persónligari leiðslumenning og hevur leiðsluroyndir sum varaskúlastjóri í Skúlanum á Giljanesi síðani 1. august 2012 og sum settur skúlastjóri frá 1. mars 2015.

Skúlarnir í Vágum og skúlin í Vestmanna samstarva nú í tveir dagar um vikuna um 10. flokkarnar.

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo