Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Undirvísingarstýrið: Tá ið freistin at søkja inn á miðnámsútbúgvingarnar var úti á midnátt í gjár, vóru 919 umsóknir komnar inn. Hetta eru 91 umsóknir færri enn í fjør, ið er ein minking á 10 prosent. Eins og undanfarin ár eru tað fleiri gentur enn dreingir, ið søkja inn á miðnám. Í ár eiga genturnar 58 prosent av øllum umsóknunum, og tað er hægsta talið síðan 2015.

40 % av øllum umsøkjarunum vilja sleppa inn á hug- ella náttúrubreytina. Síðan 2015 eru gentur betri umboðaðar á øllum gymnasialu breytunum uttan á búskaparbreytini og tøknibreytini. Gentur hava eisini betri umboðan á heilsuútbúgvingunum. Dreingir eru hinvegin betri umboðaðir á yrkisútbúgvingunum og á serligu tilboðunum.

Síðan 2015 hevur talið á umsóknum verið í støðugari minking, til samans er talan um 301 færri umsóknir ella eina minking á 25 prosent.

Meðan gongdin á miðnámi hevur verið minkandi, er talið av lærusáttmálum hækkað við 91 í tíðarskeiðinum 2015-2019. Hetta svarar til ein vøkstur á 32 prosent.

Farið verður nú undir at viðgera umsóknirnar, og umsøkjarar fáa svar hósdagin 23. apríl 2020.

Meir á síðuni hjá Undirvísingarstýrinum

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo