Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Vælgerandi felagsskapurin, Kiwanis Tórshavn, hevur latið peningagávu til Føroya Fólkaháskúla. Peningurin kemur væl við hjá skúlanum, sum hevur stóran tørv á umvælingum og ábótum.

Útlit eru nú fyri, at bygningarnir hjá Føroya Fólkaháskúla, sum eru í vánaligum standi, kunnu fáa tær allar mest átroðkandi umvælingarnar gjørdar, sum snúgva seg um at fáa bygningarnar tættar. Skipað hevur verið fyri innsavning, og somuleiðis er peningur settur av á fíggjarlógini til at umvæla skúlan fyri. Serliga hava trupulleikar verið við takinum, sum hevur likið illa og gjørt vatnskaða á partar av bygningunum.

Seinasta íkastið til umvælingini kemur frá vælgerandi felagsskapinum, Kiwanis Tórshavn, sum í síðstu viku gjørdi av at lata skúlanum 100.000 krónur til at bøta um skúlan fyri.

Kiwanis, ið hevur sum høvuðsendamál at betra um umstøðurnar hjá børnum og ungum í Føroyum, letur javnan gávur, ið fyrst og fremst koma frá árligu jólatræðssøluni og frá einum føroyskum báti, sum á hvørjum ári verður lutaður burtur á Ólavsøku.

- Háskúlin tekur sær væl av teimum ungu, og tí halda vit tað vera passandi at lata eina gávu til skúlan, nú hann hevur so stóran tørv á at verða umvældur, sigur Øssur av Steinum, forseti í Kiwanis Tórshavn.

Annfinnur Heinesen, stjóri á Háskúlanum, var sum vera man fegin um peningagávuna.

- Fyrst og fremst vil eg nýta høvið at takka Kiwanis. Ein peningagáva av hesari støddini kemur heilt ómetaliga væl við. Ikki minst nú vit stríðast við at savna saman nóg mikið av peningi inn til hesar átroðkandi umvælingarnar. So mugu vit arbeiða víðari í smáum árinini framyvir. Vit hava søkt um meirjáttan frá landinum, so hetta átroðkandi arbeiðið kann gerast liðugt, og er tað okkara vón, at hetta verður játtað longu í ár, sigur Annfinnur Heinesen.

Stjórin á Háskúlanum vísir á, at Kiwanis er ein virdur felagskapur, sum arbeiðir sjálvboðið fyri at hjálpa øðrum. Tá felagsskapurin velir at stuðla Føroya Fólkaháskúla, er tað eitt slag av góðskustempli frá einum almannagagnligum felagskapi til ein annan.

- Tað er eisini við til at gera vart við støðuna, og hetta kann heilt víst eisini eggja øðrum til at rætta skúlanum eina hjálpandi hond, heldur Annfinnur Heinesen.

Spurdur hvussu langt er á mál til at fáa nóg mikið av peningini til umvælingina, sigur stjórin á Háskúlanum, at enn er nakað eftir.

- Arbeiðið gjørdist væl dýrari enn væntað, og nýggja kostnaðarmetingin staðfestir, at parturin hjá Háskúlanum fer at liggja væl oman fyri milljónina. Men við marknaðardøgum, lutaseðlum, stuðulstiltøkum og ikki minst peningagávum frá góðum trúgvum háskúlavinum um landið alt, hava vit longu fingið stívar 550.000 krónur, so tað gongur avgjørt rætta vegin.

Annfinnur Heinesen vísir á, at arbeiðið við tekjuni hevur gingið bæði skjótt og væl. Ikki minst tí, at veðrið hevur verið til vildar.

Kiwanis letur á hvørjum ári peningagávur til góðgerandi endamál og hevur millum annað stuðlað eini spælistovu á Landssjúkahúsinum, Hotel Tórshavn í Keypmannahavn og Sjómansheiminum Ørkini í Reykjavík. Ein annar partur av hjálpararbeiðinum er at stuðla familjum við til dømis faðir- ella móðirleysum børnum.  

Orðið “kiwanis” stavar úr indianskum máli og merkir “vit byggja”.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo