Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Merkisdagar

Nólsoyingar hildu 100 ára dagin fyri Ungmannafelagnum Royndini í Royndarhúsinum leygardagin. Har vóru fyrilestrar, sjónleikur, tónleikur, sangur, móttøka, føroyskur dansur og enskur dansur. Nólsoyingar møttu væl upp. Millum bygdafólkið var savnað inn til húsið, sum skal nýtíðargerast, og nevndin fekk handaðar 25.000 krónur til endamálið.

Jógvan Arge varaborgarstjóri umboðaði Tórshavnar býráð á føðingardagsmóttøkuni og helt hesa røðu:

Ungmannafelagið Royndin 100 ár
”Takki fyri innbjóðingina til hendan merkisdagin hjá Ungmannafelagnum Royndini. 100 ár eru ikki 100 dagar, og tað er greitt, at eitt bygdafelag við so nógvum árum á baki hevur havt sína ávirkan millum nólsoyingar. Síggi, at lærarin Símun Simonsen var ein teirra, sum gekk undan at stovna Royndina í 1915.

Hann var úr Norðragøtu og vaks upp, meðan Símun Pauli Konoy var lærari við Gøtugjógv. Konoy íbirti mangt og hvat í bygdunum har og eisini kring landið. Tað var hann, sum saman við gøtumonnum gekk undan at fáa Føroya Fiskimannafelag stovnað, og hann mundi eisini ganga undan at stovna ungmannafelagið í Gøtu, sum varð nevnt Gøtu lestrar- og umrøðufelag.

Ikki er óvist, at íblásturin til ungmannafelagið her í bygdini fyri ein part hevur verið úr Gøtu. Men vit vita eisini, at her hava verið ungmannafeløg í grannalagnum. Tað fyrsta var Sólarmagn, sum fevndi um Kirkjubø og Velbastað og sá dagsins ljós í 1895 – fyri 120 árum síðani.

Í Havn vóru ymisk ungmannafeløg fyri kvinnur og fyri menn, og hetta varð alt lagt saman í eitt felag í 1920. Tað felagið fekk navnið Merkið og legði beinanvegin doyðin á at fáa studentaflaggið viðurkent sum Føroya flagg.  Merkið skipaði summarið 1920 fyri eini útferð til Nólsoyar við Merkinum á odda. Millum merkismenninar var nólsoyingurin Jens Hansen.

Hetta var fyrsta ferðin, Merkið veitraði í Nólsoy, men ikki síðsta ferðin. Ungmannafelagið Royndin legðist ikki á boðini. Í navninum hjá Sámali Lindenskov varð eitt føroyskt flagg bílagt hjá Nordisk Flag- og Fanefabrik. Tað varð sent úr Keypmannahavn tann 21. apríl í 1921.  Sjálvt flaggið kostaði 45 krónur. Tá portoin var løgd aftrat, var kostnaðurin 46 krónur og 5 oyru.

Hetta flaggið hongur her í húsinum, og felagsnavnið stendur í sjálvum flagginum. Merkið bleiv felagsmerkið hjá Royndini, men tað var í kapping við tjaldursflaggið, sum var eldri. Tjaldursflaggið hongur eisini her í húsinum. 

Royndarhúsið liðugt í 1972
Ungmannafelagið Royndin var ikki bert virkið í flaggstríðnum. Tað legði eisini upp í málpolitikkin í tíðini, tá spurningurin var, hvønn heimarætt føroyskt átti í kirkju og í skúla. Royndin var eitt felag, sum virkaði á øllum mentanarmótum og birti upp undir alt møguligt – frá kvøldsetum til sjónleik og kjak.

Hesin sami áhugin er enn at finna í Nólsoy – ikki minst teimum fyri at takka, sum gingu undan í ungmannafelagnum, og teimum mongu, sum hesi mongu ár hvør á sín hátt hava verið virknir og áhugaðir limir.

Tað bar til at reka eitt ungmannafelag uttan hús. Hetta felagið var næstan 60 ár, áðrenn tað setti føtur undir egið borð. Royndarhúsið var nakað leingi á veg, men í 1972 var liðugt og fyrsta veitslan hildin.

Húsið hevur ikki verið meir enn eini fimm ára gamalt, tá eg var til eina hugtakandi veitslu her í húsinum.

Brúdleyp var í bygdini, og konan og eg vóru boðin, tí brúðgommurin var systkinabarn hennara.

Hátíðarliga var gingið í rað inn í kirkjuna, dansurin var góður her úti, bæði tann føroyski og tann útlendski.

Eg havi sjáldan verið so nógv á gólvinum sum ta náttina. Onkur smáørindi vórðu gjørd í eina krubbu í einum kjallara her eystanfyri, og so kom morgunmaturin fyri her á loftinum. Tað var av sonnum ein tignarlig løta, tá allir nólsoyingarnir fóru at syngja bygdasangin hjá Leifi Hansen: Hygg oyggin har liggur, so long og so mjá….

Hesin sangurin gekk ikki frá mær aftur, og eg iðraði meg um, at eg ikki hevði havt ein upptakara við. Men so fór V4 til Nólsoyar nakað aftaná. Tá bað eg teir fáa nólsoyingar at syngja sangin aftur. Teir so gjørdu, og hendan upptøkan var at hoyra í kvøðuljómunum og øðrum útvarpssendingum í fleiri ár eftir tað.

Útbyggingarætlanir
Vitjanirnar her hava verið fleiri síðani. Eina ferð var eg við í politiskum orðadysti við Juul um fiskivinnu. Ta ferðina helt orðaskiftið fram inni hjá Olufi. Seinni havi eg sitið í pallborði saman við føstufrensinum Terja og fleiri. Vit politikarar finna kanska best leiðina hendanvegin upp undir val, men vitjanirnar millum valini hava ikki verið so fáar heldur.

Í Tórshavnar býráð eru vit fegin um, at Nólsoy og ungmannafelagið Royndin eru í okkara kommunu. Vit royna eftir førimuni at gera okkara til góðan trivnað í bygdini. Í seinastuni hava vit eitt nú viðgjørt mál, sum hava við hetta húsið og framtíðina at gera.

Havi skilt á lagnum, at fyrsta raðfestingin er at gera atkomumøguleikarnar so lagaligar sum tilber fyri tey, sum eru tarnað í sínum rørslum. Í hesum viðfangi hevur býráðið samtykt at selja felagnum eitt jarðarpetti, so ein útbygging kann verða gjørd. Prísurin fyri jørðina var 0 krónur. Vit hava eisini samtykt at játta okkara part til fyrsta stig av sjálvari útbyggingini.

Við hesum orðum skal eg heilsa frá Tórshavnar kommunu, ynskja tykkum til lukku við teimum 100 árunum hjá ungmannafelagnum Royndini - og góðan byr í framtíðini.”

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo