Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Merkisdagar

Mikudagin 29. juni eru 100 ár síðani kvinnur í Havn komu saman og stovnaðu KFUK, sum er Kristiligt Felag fyri Ungar Kvinnur. Nógv verður gjørt burtur úr í KFUK henda dagin og øll eru hjartaliga vælkomin.

Fólk hava høvi at støkka inn á gólvið frá klokkan 10 fyrrapartin, og klokkan 17 verður móttøka, har Steintóra Gleðisheygg Joensen, prestur, talar. Hjúnini Katrin á Borg og Holgar Johannesen syngja og spæla, og eisini syngur tensingkórið SoGt. Høvi verður hjá fólki at koma við einari heilsan til KFUK.

Felagið hevur verið virkið øll 100 árini. KFUK í Varðagøtu húsar nógvum virksemi - eitt nú seinnapartssamkomum, binditreffi, konfirmantafestum og øðrum. KFUK-skótarnir eru eisini ein týðandi partur av virkseminum hjá felagnum.

Tignarliga KFUK-húsið í Varðagøtu 9 í Havn varð upprunaliga bygt sum breskt konsulát beint fyri næstseinasta aldarskifti. Í 1922 keypti KFUK húsið og síðani hevur virksemið hjá felagnum verið har. Uttan er skapið á húsinum óbroytt, og innan eru salurin og tann hugnaliga stovan.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo