Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Vága Floghavn: Vága Floghavn hevur lýst leys trý størv á flogvøllinum og freistin at søkja var úti 1. september.

Til starv sum góðsku- og kt-leiðari vóru 26 umsóknir. Til starv sum teknikari vóru 9 umsøknir og til starv sum trygdar- og sløkkiliðsfólk vóru heilar 62 umsóknir. Tað merkir, at heilar 100 umsóknir eru komnar, og tær er eru komnar frá næstan øllum landinum.

”Vága Floghavn fegnast um stóra áhugan at søkja starv á Vága Floghavn. Vit hava fingið nógvar áhugaverdar umsóknir, og tað verður ringt at taka dagar ímillum umsøknirnar”, sigur Jákup Sverri Kass, stjóri á Vága Floghavn.

Vága Floghavn fer komandi vikurnar at gjøgnumganga allar umsóknirnar, og tey sum hava søkt kunnu vænta sær svar einaferð í september.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo