Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Fiskaaling: Fríggjadagin 10. desembur kl. 14.00 verður lutakast um vinnaran av 10.000 skattafríum krónum. Drigið verður millum allar brævbjálvar við roðsluroyndum, sum sílafiskarar hava sent inn til P/F Fiskaaling síðan lutakastið í fjør.

Men enn ber til at luttaka! Send inn brævbjálvan við roðsluroyndum og uppmátingum, so hesar eru Fiskaaling í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 3. desembur. Nærri vegleiðing til luttøku sæst her. Bjálvarnir til endamálið fáast frá Fiskaaling á tel. 474747 ella skriva til fiskur(at)fiskaaling.fo.

Lutakast
Tað er Landsgrannskoðarin, ið dregur lut um vinnaran fríggjadagin tann 10. desembur. Vinnarin verður kunngjørdur á heimasíðuni hjá Fiskaaling og í fjølmiðlunum. Vit seta okkum sjálvandi eisini beinleiðis í samband við vinnaran.

Í løtuni eru á leið 130 brævbjálvar innkomnir, men enn er rúm fyri fleiri. Einasta treytin er, at bjálvarnir eru okkum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 3. desembur 2021.

Verkætlanin verður fíggjað av Havbúnaðarfelagnum.

Fleiri upplýsingar kunnu fáast við at seta seg í samband við Kirstin Eliasen, deildarleiðara og granskara á Fiskaaling.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo