Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Í Malavi eru nógv foreldraleys børn, sum antin hava mist annað ella bæði foreldrini, og liva í stórum fátækradømi. Barnalandið hjá Reyða Krossi hjálpir hesum foreldraleysu og útsettum børnum við ymiskum tænastum og veitingum, sum betra um lívstreytir teirra, og tryggja teimum eina betri framtíð.

Fleiri trúfastar stuðlar lata hvønn mánað eina upphæd til hesar verkætlanir, og nú hevur Reyði Krossur Føroya latið 100.000 kr. til barnalandið í Malavi. Ein partur av hesari játtanini er frá privatu gevarunum, og ein partur er latin av Reyða Krossi Føroya.

Tú kanst eisini vera við til at stuðla barnalandinum í Malavi, antin við eingangsupphædd ella sum fastur stuðul. Til ber at flyta eina upphædd á 6460 – 4946954 ella á 9181 – 4950013 og viðmerkja ”Barnalandið í Malavi”.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo