At hepnast er at fara frá einum mistaki til tað næsta við sama ídni til tað eydnast
- Winston Churchill

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Hagstovan: Nú desember-mánaður í 2021 er upptaldur, eru lønargjaldingarnar eisini gjørdar upp fyri alt árið. Í desember var fyrstu ferð, at lønargjaldingarnar fóru upp um milliardina og er samstundis met fyri einstakan mánað.

Útgoldnu lønirnar eru lýstar árliga á myndini niðanfyri, sum vísir, at vøksturin í lønargjaldingunum í fjør er nakað størri enn í 2020. Vøksturin í 2021 var 3,6% í mun til árið fyri. Í 2020 var vøksturin 2,1% samanborið við 2019.

Í 2021 var parturin hjá monnunum 61,3% av lønarútgjaldingunum, meðan parturin hjá kvinnunum var 38,7%. Í 2020 áttu menninir 62,5% og kvinnurnar 37,5% av lønargjaldingunum.

Almennar o.a. tænastur áttu 34,4% av samlaðu lønargjaldinunum í mun til 32,5% árið fyri. Parturin hjá privatu tænastuvinnunum av lønargjaldingunum vaks úr 29,3% í 2020 upp í 31,4% 2021. Parturin hjá byggivinnu o.a. tilvirking minkaði hinvegin í 2021 úr 16,2 niður í 15,%. Í fiskivinnu o.a. tilfeingisvinnu var parturin 18,6%, sum er nærum tað sama sum árið fyri.

Lønargjaldingarnar vuksu mest í privatu tænastuvinnunum og almennari o.a. tænastu. Vøksturin í privatu tænastuvinnunum var 7,4%. Í almennari o.a. tænastu var vøksturin 5,8%. Hinvegin minkaðu lønargjaldingarnar í byggivinnu o.a. tilvirking 3,9% í mun til 2020. Í fiskivinnu o.a. tilfeingisvinnu var vøksturin 0,5%.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo