Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Setrið: "11 for Health" granskingarverkætlanin, sum Fróðskaparsetrið stendur fyri saman við Fótbóltssambandinum og Fólkaheilsuráðnum, verður nú víðkað við sjey skúlum.

Tilsamans 400 børn í fimta flokki úr 12 føroyskum skúlum vóru við í verkætlanini, sum byrjaði fyri tveimum árum síðani. Skúlabørnini fingu í 11 vikur tvær ferðir 45 minuttir av heilsuundirvísing ígjøgnum fótbóltsspæl. Kanningin vísti, at heilsufrálæra á fótbóltsvøllinum økir vøddastyrki, vøddamassa, kropsjavnvág og lækkar blóðtrýstið. Hetta hendi hjá øllum børnunum; eisini teimum, sum ikki høvdu nakrar royndir við fótbólti. Kanningin gav sostatt eina ábending um, at tað er eitt gott hugskot at brúka fótbóltsspæl sum venjingar- og heilsuundirvísingarhátt í fólkaskúlanum.

Í sambandi við, at verkætlanin verður víðkað við sjey skúlum, varð skeið hildið í FSF-húsinum 15. januar fyri lærarum, sum skulu standa fyri undirvísingini úti á skúlunum. Aftaná ástøðiligu undirvísingina varð farið út á Tórsvøll at royna ymiskar venjingar, sum eru partar av átakinum. Víðkaða verkætlanin fer í gongd í næstum og heldur fram til summarferiuna. Magni Mohr, May-Britt Skoradal, Maria Hammer Olsen og Hildigunn Steinhólm Højgaard frá Deildini fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi eru øll við í verkætlanini.

Evropeiska útgávan av 11 for Health konseptinum er ment av Peter Krustrup, professara á Syddansk Universitet og Magna Mohr, lektara og dekani á Deildini fyri Heilsu og Sjúkrarøktarvísindi á Fróðskaparsetrinum. Hon er fyrr roynd í Danmark har 10.000 børn vóru kannaði. Eisini er ein útgáva til menningarlond gjørd, sum er sett í verk í 25 londum í Afrika og Suðuramerika.

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo