Um 155 milliónir menniskju í øllum heiminum liva í óvissuni at fáa mat í munnin.
Tað eru 20 milliónir fleiri enn í fjør, skrivar Al Jazeera.
Tað vísur ein frágreiðing hjá Oxfam, sum eisini undirstrikar at 11 menniskju doyggja í hungri hvønn einasta minutt.
Deyðatalið av hungursneyð er hægri ann av koronu, sum tekur lívið av umleið sjey menniskjum per minutt, sambært Al Jazeera.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo