Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Komandi dagarnar verður skipað fyri 11 jólahaldum í kommununi, tá ið jólatrøini verða tendrað. Her er eitt yvirlit yvir nær og hvar, hvør fer at spæla, og hvørji halda røður.

Í Kaldbak verður jólatræið tendrað við skúlan leygardagin 3. desember kl.15:30. GHM spælir. Theodor E. D. Olsen, prestur, ber fram røðu.


Á Velbastað verður jólatræið tendrað við skúlan leygardagin 3. desember kl.16:00. Havnar Hornorkestur spælir. Sverri Steinhólm, prestur, ber fram røðu.


Á Argjum verður jólatræið tendrað við brúnna um Sandá leygardagin 3. desember kl.17:00. GHM spælir. Bergur Debes Joensen, prestur, ber fram røðu.


Á Hvítanesi verður jólatræið tendrað leygardagin 3. desember kl.18:00. Havnar Hornorkestur spælir. Uni Næs, prestur, ber fram røðu.


Í Kirkjubø verður jólatræið tendrað við kirkjuna sunnudagin 4. desember kl.12:15 eftir guðstænastuna. Havnar Hornorkestur spælir. Derhard Jógvansson, prestur, ber fram røðu.


Í Hesti verður jólatræið tendrað sunnudagin 4. desember kl.15:30. Teistin fer av Gomlurætt kl.14:30 og úr Hesti kl.19:30. Frelsunarherurin spælir. Palli Petersen hjá Frelsunarherinum ber fram røðu. 


Í Nólsoy verður jólatræið tendrað sunnudagin 4. desember kl.17:00. Ternan fer av Havnini kl.16:20 og úr Nólsoy kl.19:25. Havnar Hornorkestur spælir. Sverri Steinhólm, prestur, ber fram røðu. 


Í Hoyvík verður jólatræið tendrað sunnudagin 4. desember kl.17:30. GHM spælir. Theodor E. D. Olsen, prestur, ber fram røðu.


Í Norðradali verður jólatræið tendrað við skúlan sunnudagin 4. desember kl.18:00. Musikskúlalærarar spæla. Derhard Jógvansson, prestur, ber fram røðu.


Í Kollafirði verður jólatræið tendrað við skúlan mikudagin 7. desember kl.17:00. Frelsunarherurin spælir. Maria Jørðdal Niclasen, prestur, ber fram røðu.


Í Syðradali verður jólatræið tendrað mikudagin 14. desember kl.18:00. Musikskúlalærarar spæla. Heðin Mortensen, borgarstjóri, og Heri Joensen, prestur, bera fram røðu.
 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo