Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Innsent: Tann 28. juni 1904, kl  07:45 sigldi passagerskipið SS ”Norge” á Helenubogan, ein lítlan fjórðing í ein landnyring úr Rock All.

Tað tók umleið 20 minuttir, frá skipið rendi á bogan, til tað sakk. Av teimum 795 fólkunum umborð, 727 passagerar og 68 av manningini, druknaðu 635 fólk.

Norge var dampskip, 3359 GT og 3700 DW, eisini brúktu teir segl, tá umstøður vóru til tess og ferðin var 10 míl.

Tann 22 juni 1904 fór Norge úr Keypmannahavn, skipari var tann royndi Johannes Gundel, leiðin gekk til Oslo og síðan Kristiansand í Noregi.

Ferðafólkini vóru í mestan mun skandinavar, polakkar, russar og nakrir týskarar, eingilsmenn, mest emigrantar ið leitaðu sær eina bjartari framtíð í Amerika.

Áðrenn fráferð í Kristiansand tann 24. juni 1904, var ein trygdarinspektión gjørd av myndugleikunum, so trygdin var íordan, eftir tátíðar krøvum.

Skipið setti kós í Holið og gjøgnum Pentland Firth síðan var ætlanin at fara tætt framvið Rokkinum, so ferðafólkið kundi fáa eina uppliving tann morgunin tey væntandi skuldu koma framvið.

Tað var hart norður rák og vánaligt sýnið, so skiparin avgjørdi at seta kós longur suður um Rokkin, vanliga kósin var norðan fyri Rokkin, men skiparin metti ikki hetta var nakar trupuleiki.

Sýnið var vánaligt og torført var at fáa ein neyva knattstøðu og mett var teir vóru einar 20 míl sunnanfyri Rokkin.

Tann 28. juni kl 07:45 rendi skipið á Helenubogan, skipið livdi í sjónum og kláraði við egnari megi at koma av aftur. Greitt var skjótt, at skipið fór at søkka og boð vóru givin til øll um at mynstra við bátarnar.

Manningin taldi 68 manns og av teimum 727 ferðafólkunum, vóru 200 børn undir 12 ár og 23 smábørn.

Skipið hevði 8 bjargingarsbátar, har pláss var fyri 251 fólkum. Panikkur kom í fólk, sum skilligt er og eitt satt kaos setti dám á bjargingararbeiði. Yvirmenninir máttu brúka skotvápn, fyri at fáa fólk at akta.

Ein bátur koppaði yvirfyltur av fólkið, ein annar hálvdis  tá hann bleiv loraður niður og ein triðji fór niður við skipinum. Vanlukkan minnir nógv um vanlukkuna tá Titanic sakk og lagnunar eru mangar.

Ein donsk kvinna Laura Petersen frá Holte í Danmark og bróður hennara vóru við.

Beiggjin var komin niður í bátin og sær at systurin stendur á dekkinum, hann velur at fara uppaftur og geva systrini plássið hjá sær. Laura yvirlivdi í báti nummr 3 og beiggjin druknaði.

Laura verður umrødd sum eitt kvinnubrot, báturin lak illa og oysast mátti alla tíðina, hon helt mótinum uppi á øllum umborð inntil tey 3 døgn seinni vóru bjarga av einum bretskum trolara.

Laura bleiv sum fyrsta kvinna heiðurslimur í Dansk Skibsførerforening og verður enn tann dag í dag avmynda sum galliónsfigurur á fleiri seglskipum, bæði í USA og Europa. Hon fór árið eftir yvir til USA og kom heimaftur til Danmark nøkur ár seinni, Laura doyði í 1966.

Skiparin kendi sína plikt og fór niður við skipinum, umstøðurnar lagaðu tað soleiðis, at hann kom uppaftur til yvirflatuna tætt við ein av bjargingarbátunum.

Tey vildu ikki taka hann umborð at byrja við, men tá tey frættu hvør maðurin var og hann møguliga kundi hjálpa við til at tey kundu bjargast, bleiv hann tikin umborð.

Tey bjargaðust øll og skiparin kom seinni til eitt sjóforhoyr, har hann bleiv fríkendur fyri alt. Av teimum 795 fólkunum umborð, bjargaðust 160.

Ein av bjargingarbátunum rak framvið í Sumba og bleiv seinni seldur á uppboðssølu í Havn, hesin bátur sigst verða fyrsti postbátur ímillum Sandoy og Tórshavn.

Samanborið við Titanic vanlukkuna, so hevur ikki nógv verið at hoyrt um hesa vanlukkuna við Norge, havandi í huga hvussu tætt uppá Føroyar, vanlukkan hendi.

Keldur:
da.wikipedia.org/wiki/S/S_Norge
rudersdal.lokalavisen.dk/nyheder/2018-11-21/-Laura-fra-Holte-overlevede-%E2%80%99Danmarks-Titanic%E2%80%99-3556877.html
Søgan um Rock All, Niels Juel Arge

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo