Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Korona.fo: Nú hava í alt 362 fólk fingið staðfest coronasmittuna. Tað vísa nýggjastu kanningarúrslitini, sum Landslæknin hevur kunngjørt. Úrslitini byggja á 65.948 kanningar.

Týdagin 11. august vórðu 2444 kanningar framdar. Millum hesar vórðu 14 tilburðir staðfestir. Mikudagin 12. august vórðu 2599 kanningar gjørdar, og í alt vórðu 12 tilburðir staðfestir. 

2162 kanningar vórðu gjørdar í gjár. Tríggir tilburðir eru staðfestir millum tær 1094 kanningarnar, sum eru greinaðar. Enn mangla 1068 kanningar at verða greinaðar. Heitt verður á øll um at vísa serligt varsemi, til øll kanningarúrslit fyri kanningardagin eru tøk.

       
Dato fyri kanning Kanningar í alt Positivar  Bíða eftir úrsliti
03.08.20 717 2  
04.08.20 948 14  
05.08.20 2286 38  
06.08.20 2804 16  
07.08.20 4521 11  
08.08.20 3462 7  
09.08.20 2269 10  
10.08.20 3542 13  
11.08.20 2444 14  
12.08.20 2599 12  
13.08.20 2162 3 1068

Tey, sum fáa staðfest smittuna, verða uppringd. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo