Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Flogvinnan

125 fólk vórðu kannað á flogvøllinum í dag. Fólkini komu við flogfarinum sum kom úr Keypmannahavn seinnapartin.

- Fólkini fingu at vita, at tað var sjálvboðið, og seks fólk søgdu tá nei takk, tað sigur Pál Weihe, sum er læknafakligur ráðgevi, við Kringvarpið í kvøld.

Nógv er gjørt burturúr at fáa fólk, sum koma til Føroya, kanna fyri korona. Men heimildarspurningurin hevur ikki verið avgreiddur, og tí fingu fólk at vita, at tað var ikki nakað krav at blíva kannaður.

Pál Weihe vildi ikki leggja nakra ábyrgd á nakran um, hví heimildirnar at krevja, at fólk sum koma til Føroya lata seg kanna, ikki var komin uppá pláss. Men nú er hon so komin uppá pláss, og fólk sum koma við einum flogfari seinni í kvøld verða øll kannað.

Tað er privata fyritøkan Thetis sum stendur fyri kanningunum á flogvøllinum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo