Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Ríðingarfelagið: Í góðveðrinum í gjár, var kappríðing á flúgvarabedingini í Vágum. Kappingin skuldi vera seinasta leygardag, men var útsett fyri veður.

Av nógva regninum, var breytin hál og ikki nóg trygg at ríða kapp á. Hetta var ein skilagóð avgerð, í gjár skein sólin og hóast tað var eitt fitt lot, so vóru umstøðurnar framúr at ríða kapp.

Ein sum aftaná kappingina, skein um kapp við sólina, var 13 ára gamla Randarsól Heinesen úr Bø. Hon og hesturin hjá henni Spirit, ið kappast í bólkinum Tvíspor ung, gjørdi tað tað stóra bragd, at ikki bara hava skjótasti tíð í Tvíspor ung, tey høvdu eisini betri tíð enn øll tey vaksnu.

So ikki løgið at lagið var gott á ungu bíggjargentuni, sum eisini liggur greitt á odda í FM kappingini hjá teimum ungu.

Hóast tey vaksnu ikki heilt kláraðu at kappast við Randarsól og Spirit, so var tað ein sera spennandi kapping. Seinasti riðilin var millum Marengo við Regin Johannesen á baki, móti føroyameistaranum Svannu við Hans Paula Poulsen á baki. Svanna fekk munandi betri start, men Marengo kom so sterkt aftur móti endanum, at um breytin hevði verð fimm metar longri, so hevði hann helst vunnið. Tað var bara ein hundradapartur av einum sekundi á muni. Svanna vann við tíðini 18,99 og Marengo gjørdist nummar tvey við tíðini 19,00.

Sí myndir her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo