Eg havi ikki tosað við vermóður í longri tíð. Eg havi ikki viljað brotið hana av
- Rodney Dangerfield

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Hagstovan: Talið av viðtalum hjá kommunulækna í 2021 var knappliga 188.000.

Av hesum vóru umleið 9.000 avgreiddar umvegis telefon orsakað av Covid-19 smittuvanda.

Stívliga 5.000 ella 3% av viðtalunum vóru hjá fólki við bústaði uttanlands.

Samanborið við 2019, tað vil siga áðrenn Covid-19, vóru 13% fleiri viðtalur í 2021. Í mun til árið fyri eru viðtalurnar 1% fleiri. 

Samanumtikið eru høvuðstølini fyri 2021:

- Í miðal vóru 3,4 viðtalur hjá kommunulækna fyri hvønn íbúgva í landinum. Tá útlendingar eru taldir við, er talið 3,5

- Konufólk vitja kommulæknar oftari enn menn, har teirra partur av viðtalunum er 56% mótvegis 44% hjá mannfólki

- Børn í skúlaaldri vitja kommulæknan minst

- Fólk yvir 70 ár vitja kommulæknan mest, roknað eftir fólkatalinum

- Flestu viðtalur í dagtíð vóru í Suðuroy og Norðoyggjum

- Nógv flestu viðtalur fyri hvønn íbúgva vóru í Sandoyarøkinum og fægstu í Suðurstreymi og Suðuroy

Uppgerðin fevnir ikki um fyribyrgjandi ella sonevndar profylaktiskar viðgerðir, so sum koppsetingar, upplýsing um gitnaðarfyribyrging, heilsukanningar av barnakonum og læknakanningar av børnum.

Upplýsingarnar, ið Hagstova Føroya hevur frá Heilsutrygd, fevna um virksemið árini 2016–2021 og lýsa býtið av viðtalum í kommunulæknaskipanini eftir bústaðarøki, vakttíð, aldri og kyni.

Samband við kommunulæknan umvegis telefon ella teldu er heldur ikki roknað við í yvirlitinum. Tó eru viðtalur, avgreiddar umvegis telefon orsakað av Covid-19 smittuvanda, taldar við. Tær vóru 25.000 í 2020 og 9.000 í tali í 2021.

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo