At hepnast er at fara frá einum mistaki til tað næsta við sama ídni til tað eydnast
- Winston Churchill

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

- Tað hevur aldrin verið okkara siðvenja at drepa springara. Hví skulu vit byrja nú? Eg haldi tað er púra burturvið.

Soleiðis sigur Rannvá Torfríð Jørmundsson, yrkiskavari og limur av The Explorers Club, sum í gjár handaði løgmanni 1,3 milliónir undirskriftir.

- Vit hava einki prógv fyri, at veiðan er burðardygg, og eingin hevur tørv á tvøstinum. Harumframt vita vit, hvussu klók hesi djórini eru, og hvussu dálka tvøstið er. Vit kunnu rætt og slætt ikki forsvara at halda fram við at drepa springara, staðfestir hon. 

Undirskriftirnar eru innsavnaðar av umhvørvisfelagskapunum Whale and Dolphin Conservation (WDC), Sea Legacy, Only One og Avaaz. 

- Hesir felagskapirnir hava virðing fyri føroyingum og føroyskari siðvenju, og eg haldi, at ein undirskriftainnsavning er ein góður og diplomatiskur máti at lata rødd sína hoyrast, sigur Rannvá, sum býr í Cornwall í Englandi og dagliga starvast í virkseminum Fourth Element, ið framleiðir kavaraútgerð. 

Samanvið undirskriftunum var ein áheitan um at banna springaradráp í føroyskum sjóøki.

-  Fleiri enn 1,3 milliónir borgarar kring heimin stuðla okkara áheitan um at steðga hesa óneyðugu veiðuna, ið hvørki er human ella burðardygg, skrivaðu tey.

Tað er í dag, at málið um springaradrápið verður viðgjørt í landsstýrinum. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo