Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Fyrispurningur um hjálparátøk til fólk við m.a. seinheilaskaða, settur landsstýrismanninum í almannamálum, Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur (at svara skrivliga eftir § 52a)

1. Ætlar landsstýrið at seta meiri pening á komandi fíggjarlóg til at seta fleiri talulærarar í starv innan Almannaverkið til m.a. taluvenjingar til fólk við seinheilaskaða o.ø.?

2. Hvussu langt er landsstýrið komið við ætlanunum um at byggja depil/viðgerðarstað til m.a. fólk við seinheilaskaða og demens?

3. Eru talið av ergo- og fysioterapeutum innan Almannaverkið nøktandi?

4. Ætlar landsstýrið at seta pening á komandi fíggjarlóg til at seta fleiri ergo- og fysioterapeutar í starv?

5. Hvussu gongur við ætlanunum um at byggja bústaðir til fólk við m.a. seinheilaskaða?

Viðmerkingar:
130 føroyingar fáa hvørt ár staðfest heilaskaða. Fleiri av hesum kunnu vinna førleikar aftur, um nøktandi venjingartilboð eru í boði.

Í Føroyum verður ergo- og fysioterapi veitt eftir førimuni, men taluvenjingar eru sera avmarkaðar.

Talulæra er grundleggjandi fyri samskiftið hjá sjúklingum við m.a. seinheilaskaða, tí tey ofta eru avskorin frá næstringum og umheiminum.

Lógin um almannatrygd og tænastur (vælferðarlógin) leggur upp fyri, at nøktandi tilboð skulu veitast til m.a. fólk við seinheilaskaða, demens, parkinsonsjúku og sclerosu, men enn er langt á mál, skulu vit t.d. røkka tænastustøðinum í Danmark.

Neurologiskar sjúkur krevja viðlíkahaldsvenjing og menning.

Tosað hevur verið um ein rehabiliteringsdepil, at seta fleiri ergo- og fysioterapeutar í starv innan Almannaverkið, at útbúgva og seta fleiri logopædar (talulærarar) í starv innan Almannaverkið og at víðka um bústaðarmøguleikar til fólk við m.a. seinheilaskaða.

Tí verða hesir fyrispurningar settir landsstýrismanninum.

Á Løgtingi, 15. september 2020
Jóhannis Joensen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo