Fyrst helt eg tað var tú. So helt eg tað var beiggi tín. Nú síggi eg, tað er hvørgin av tykkum
- orðfimur vestmenningur

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Nógv flestu tinglýstu skjølini eru viðvíkjandi fastognum so sum skeytum o.ø. ognarheimildarskjølum, lániskjølum o.ø. viðv. fastogn. Hesi eru 75% av øllum. Lániskjøl o.a. viðv. akførum eru 23%, og síðstu 2% eru viðvíkjandi leysafæ.

Hagstovan: Í fjør vórðu um 13.200 rættindaskjøl av ymiskum slagi tinglýst. Hetta er 3% fleiri enn fyrraárið. Í fastognarskjølum, ið eru nógv tey flestu, var vøksturin 9%, meðan tað var ein minking í tinglýsingini viðv. akførum o.ø. leysafæ við 14%.

Áðrenn fíggjarkreppuna var talið av tinglýsingum støðugt vaksandi til tað mesta í 2008 við 22 túsund. Men so fór tað næstan niður í helvt árið eftir og minkaði áhaldandi niður 9.500 í 2012. Vaks síðani spakuliga aftur, og síðstu 5 árini hevur talið av tinglýsingum verið millum 12 og 14 túsund.

Tinglýsing er almenna skrásetingin hjá avvarðandi landsmyndugleika av rættindum yvir fastari ogn, so sum húsum o.ø. bústøðum, grundstykkjum og jørð, servituttum, akførum og ymiskum leysafæ.

Tinglýstu skjølini kunnu vera skeyti o.o. ognarheimildarskjøl, lániskjøl, hjúnasáttmálar, skjøl um avmarkingar í rættindum (servituttir), skjøl um leysafæ o.a.

Tinglýsingin varð fyrisitin av danska Domstolsstyrelsen fram til 2006. 1. februar 2006 kom tinglýsingin undir Innlendismálaráðið, fyri síðani 1. juni 2007 at gerast ein partur av Umhvørvisstovuni.

Nógv flestu tinglýstu skjølini eru viðvíkjandi fastognum so sum skeytum o.ø. ognarheimildarskjølum, lániskjølum o.ø. viðv. fastogn. Hesi eru 75% av øllum. Lániskjøl o.a. viðv. akførum eru 23%, og síðstu 2% eru viðvíkjandi leysafæ.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo