Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Hóast tað leingi hevur verið forboðið so hendir tað javnan at fólk festa sær í umborð á flogførum hjá SAS.

Hóast tað leingi hevur verið forboðið so hendir tað javnan at fólk festa sær í umborð á flogførum hjá SAS.

Hóast tað leingi hevur verið forboðið so hendir tað javnan at fólk festa sær í umborð á flogførum hjá SAS.

Tað hevur ikki verið loyvt at roykja umborð á flestu flogførum síðani einaferð í 90unum. Kortini hendir tað rættuliga oftani at roykjarar ikki fáa hildið sær, men krógva seg inni á wcinum við sigarettini.

Tað gjørdi ein maður fyri nøkrum vikum síðani umborð á einum SAS flogfari sum var á veg úr Arlanda uttanfyri Stokhólm til Malaga á Costa del Sol. Maðurin koyrdi sigarettina, sum hann ikki hevði sløkt ordiliga, í ruskspannina á wcinum. Stutt eftir boðaði eitt annað ferðafólk frá, at roykur kom úr skrellispannini.

- Tá so er, noyðist flogfarið ígjøgnum stórar kanningar fyri at vita, um nakar skaði er hendur. Harumftamt noyddust vit í hesum førinum at fáa innivist til tey 120 ferðafólkini umframt skaffa nýggja manning til flogfarið, tí tað varð so nógv seinkað, sigur Knut Morten Johansen sum er kunningarstjóri hjá SAS við Ekstrablaðið.

Hann sigur, at SAS við metstóra endurgjaldskravinum uppá 135.000 krónur eisini vil senda eini boð til onnur um, at tað er best at lata vera.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo