Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Framsýningar

Eysturkommuna: Seinastu 2 vikurnar hevur Losjan verið stúgvandi full av fólki til heili 15 sýningar av leikinum ‘Renn fyri vívinum’. Byrjað varð 4. apríl, og í morgin verður seinasta sýning í Losjuni við Gøtugjógv, ið er útseld eins og allar hinar sýningarnar.

Áleið 90 fólk hvørja ferð, ið merkir at góð 1350 fólk hava sæð leikin higartil. Men sjónleikaratoymið endar ikki enn, tí í næstu viku fara tey út í Løkshøll at framføra, har fyrsta sýning komandi mánakvøld longu er útseld.

- Í ár hava vit valt ein víðagitnan og ómetaliga stuttligan leik, og tað hevur gingið framúr væl, sigur Noomi Reinert, leikstjóri. Leikararnir hava verið fantastiskir og ikki føroyingum líkt, so hava fólk keypt atgongumerki í góðari tíð, og tað hevur verið útselt hvørt kvøld síðan vit byrjaðu.

Tilsamans 7 leikarar eru við í leikinum, og nærum allir búgva ella hava sín uppruna í Eysturkommunu. Tað er Sjónleikarafelagið Losjan, sum skipar fyri leikinum, og hetta er 5. árið á rað, at leikur verður fyriskipaður um hesa tíðina á árinum.

Aftaná sýningarnar í Løkshøll er ætlanin at fara víðari til Suðuroyar og síðan út í Nólsoynna at framføra leikin.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo