Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

12. septembur vóru 1428 springarar dripnir í skálafirði. Drápið var óheppið men annars sum vanligt. Tað hevur tó skapt øsing um so at siga allan heim.  BBC hevur eisini varpað myndir og tekst út um allan heim.

Eg eri ikki nakar íðin grindamaður men havi nógvar ferðir verið í grind á sjógvi og landi. Eg og synirnir plaga eisini at verða við tá skerðast skal upp.

Havi tó ongantíð verið við at drepa springarar (kann nevna her at springarar, grindahvalur og bóghvítuhvalir hoyra til familiuna delfinir). Hinvegin havi eg verið við at fáa springarar úr grindini tí teir órogva raksturin.

So vítt eg veit finnast ongar serstakar reglur fyri dráp av springarum. Var tó eitt sindur bilsin tá eg frætti um drápið. Metti tað óheppið men onki at taka frástøðu frá.

Dráp av springarum og  øðrum súgdjórun í sjógvi er tó rættuliga vanligt um allan heim. Roknað verður við at eini 500.000 til 1.000.000 delfinur hvørt ár verða dripnar í atlantshavinum. Meginparturin er tað hjáveiða sum verður tveitt fyriborð ofta uttan bókføring. Ein lítil partur er veiða til matna.

Í Indiska Havinum er talið millum 3 og 5 milliónir og árliga har er ein eitt sindur størri partur til matna.

Langt tann størsti parturin av vandanum hjá súgdjórunum í sjógvi er tó dálking. Til dømis eru bretskir granskarar komnir til tað niðurstøðu at stovnurin av bóghvítu hvalum í bretskum sjógvi helst er útdeyður um eini 20 ár av eitring í sjónum.

Teir finna millum annað deyðar hon bóghvítu hvalir sum eru uttan lívmóðir og á annan hátt broytingar sum forða fyri at hvalurin gerst upp á vegin. Àrsøkin er dálking í sjógvi.

So tá fólk, stovnar og alnetin hevur reist seg úr stólinum og koma við hóttanum so kemur tað ikki at bjarga stovninum.

Skal stovnurin av súgdjórum í sjógvi bjargast skulu munandi altjóða broytingar til. Neyðugt er at lond støðga við at veita dálkað vatn út á sjógv.

Harafturat verður neyðugt at fáa fiskireiðskap sum ikki fer so illa við delfinum, at umleið ½ til 1 millión verður dripið árliga.

Tað syrgiliga er, at tey sum mótmæla, hótta og halda seg hava gjørt eina góða gerð fyri stovnin, hava tvørturímóti sum bretar plaga at siga “barking up the wrong tree”.

Jákup Petersen  24-09-21

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo