Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Svar uppá § 52 a fyrispurning nr. 52-218/2021 frá Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, løgtingsmanni til Sólvit E. Nolsø landsstýrismann í almannamálum, um Bústaðir

Spurningar:
1 Nær kemur verulig ferð á íbúðarbyggingina  hjá Bústøðum?

2 Hvørjar byggiverkætlanir eru í gongd?

3 Av hesum, hvørjar byggiverkætlanir eru settar í gongd við nýggju fíggingarheimildini?

4 Hvørjar byggiverkætlanir eru ávegis saman við øðrum íleggjarum?

5 Hvørjar byggiverkætlanir eru ávegis til serligar málbólkar í samstarvi við Almannaverkið?

6 Manglar stjórin fyri Húsalánsgrunnin nakra heimild frá stýrinum fyri at fáa gongd á bygging saman við øðrum íleggjarum?

7 Manglar stjórin fyri Húsalánsgrunnin nakra heimild frá stýrinum fyri at fara í gongd við bygging av bústøðum fyri serligar málbólkar (fyri Almannaverkið)?

8 Verða byggiverkætlanir bodnar út soleiðis, at øll kunnu bjóða uppá arbeiði fyri Bústaðir?

Svar:
Til nr. 1

Fleiri verkætlanir eru í gongd og fleiri verkætlanir verða fyrireikaðar. Stýrið, sum varð sett av undanfarna landsstýrismanni, hevur tíverri ikki virkað serliga væl, og hevur ikki fingið tað av skafti, sum ynskiligt kundi verið. Av tí sama hevur framdriftin í virkseminum hjá Bústøðum ikki verið so stór, sum ein kundi ynskt sær. Eg avgjørdi tí at seta eitt nýtt stýri, ikki minst við tí fyri eyga, at fáa størri framdrift í íbúðabyggingina, og tað havi eg sera góðar vónir um fer at eydnast.

Til nr. 2
Hesar verkætlanir eru í gongd pr. 01.06.2022:
Sandavágur, Við Steigarbrekku - 5 íbúðir
Vestmanna  - 7 íbúðir
Tórshavn, Óðinshædd II, Byggistig 2 - 20 íbúðir
Tórshavn, Óðinshædd II, Byggistig 3 -  20 íbúðir
Tórshavn, Óðinshædd II, Byggistig 4 -  19 íbúðir
Tórshavn, Blómubrekka/Berjabrekka, Byggistig 1 - 10 íbúðir
Tórshavn, Blómubrekka/Berjabrekka, Byggistig 2 - 16 íbuðir
Tórshavn, Blómubrekka/Berjabrekka, Byggistig 3, (Almannaverkið ávísir) - 12 íbúðir
Tórshavn, Heimasta Horn II -  22 íbúðir
Vágur, Á Mýrum  -  6 lutaíbúðir
Tvøroyri, Heiðatrøðin II -  8 íbúðir

Til nr. 3
Enn er eingin avtala við lánsveitarar um víðari fígging, sambært løgtingslóg nr. 34 frá 26. mars 2021, komin endaligt uppá pláss. Men nú nýtt stýri er valt, vænti eg at gongd kemur á byggiverkætlanir eftir hesum leisti.

Til nr. 4
Fleiri verkætlanir, sum eru undir fyrireiking, skulu eftir ætlan bjóðast øðrum íleggjarum at luttaka í eisini. Talan er m.a. um størri verkætlanir í Tórshavn, í Norðragøtu, í Klaksvík, í Vágum, umframt nakrar smærri verkætlanir.

Til nr. 5
Ein verkætlan við 12 íbúðum á Blómubrekku í Tórshavn er í gerð í samstarvi við Almannaverkið og Sinnisbata. Harumframt er farið undir verkætlanir at byggja búfelagsskapir á Toftum, á Strondum og møguliga í Vágum.

Til nr. 6
Avgerð um at fara í holt við bygging saman við øðrum íleggjarum, verður tikin av stýrinum, eftir tilmæli frá stjóranum. Nú nýtt stýri er sett, kemur væntandi gongd á bygging eftir hesum leisti.

Til nr. 7    
Avgerð um at fara í holt við bygging av bústøðum fyri serligar málbólkar, verður tikin av stýrinum, eftir tilmæli frá stjóranum, og í samráð við Almannaverkið og Almannamálaráðið.

Til nr. 8
Bústaðir hava framt 30 verkætlanir higartil við umleið 20 ymiskum høvuðsarbeiðstakarum, og einum stórum tali av ráðgevum, undirveitarum og øðrum. Í flestu førum hevur verið talan um undirhondsboð frá í mesta lagi tveimum arbeiðstakarum, meðan innboðin lisititatión og alment útboð bert hevur verið roynt í einstøkum førum.

Tórshavn 1. juli 2022
Sólvit E. Nolsø
landsstýrismaður

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo