Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Heilsumálaráðið: Í løtuni er eingin føroyingur staðfestur smittaður við coronasmittuni. Hetta byggir á í alt 14.800 kanningar.

Tað upplýsir Landslæknin, nú seinastu kanningarúrslitini eru tøk.

Í alt hava 187 føroyingar fingið staðfest coronasmittuna, og allir 187 eru staðfestir frískir. 

Eingin nýggjur smittutilburður er staðfestur í Føroyum síðani 22. apríl. Sostatt hevur eingin fingið staðfest smittu í teimum seinastu 8.403 kanningunum.

Eingin persónur er í løtuni innlagdur á Sjúkrahúsverki Føroya í sambandi við coronasmittuna.

Broytt mannagongd
Í morgin verður mannagongdin viðvíkjandi kunning av kanningarúrslitum broytt. Nú verða kanningarúrslitini frá landslæknanum kunngjørd á serstakari síðu her á heimasíðuni hjá Heilsumálaráðnum. Trýst her

Samstundis verður hildið uppat við at senda daglig tíðindaskriv. 

Kanningarúrslit verða framvegis kunngjørd skjótast gjørligt, sum hesi eru tøk.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo