Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Merkisdagar

Tórshavn.fo: Í dag eru 150 ár liðin, síðani Poul Effersøe varð borin í heim. Poul stovnaði Tvøroyarar Bóltfelag, elsta fótbóltsfelag í landinum, og í sambandi við runda dagin, var ein minningarløta í gamla kirkjugarðinum á Svínaryggi í Havn, har Poul Effersøe liggur grivin.

Poul Effersøe varð føddur 24. januar 1871 í Trongisvági og doyði einans 55 ára gamalur 11. mars í 1926. Hann var m.a. beiggi teir báðar Oliver og Rasmus Effersøe. Hann stovnaði Tvøroyra Bóltfelag 13. mai i 1892, tá ið hann var 21 ára gamalur.

Beiggjarnir Rasmus Effersøe og Poul Effersøe búðu saman við Vestaruvág í nógv ár og eru grivnir í kirkjugarðinum á Svínaryggi í Havn saman við fleiri øðrum systkjum.

Les meira

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo