Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Danny Danielsen, bussførari, sigur í viðmerking til Øss Winthereig á Facebook, at skal Tórshavnar kommuna hava 16 el-býarbussar koyrandi, so má veitarin keypa 48 bussar fyri at halda rutuna.

Viðmerkingin er soljóðandi:

Í Danmark koyra el-bussar góðar 2 tímar upp á hvørja løðing, og tað er á sløttum!

Hvør løðing tekur líka langa tíð: 2t. 30 min.

Hjá okkum, í brattari lendi, kunnu vit kanska rokna við at skifta til "nýggjan" uppløddan buss hvønn tíma!

Tvs. At vit byrja við 16 bussum um 7-tíðina, ein tíma seinni skulu vit brúka 16 uppløddar bussar afturat!

Um 9-tíðina skulu vit so brúka 16 bussar afturat.

Kl 10:30 eru bussarnir, vit settu at løða kl 8, fult løddir!

Og so umaftur!

Vit skulu so brúka minst 48 bussar - helst einar 6 eyka.

Kostnaðurin er 3,2 fyri hvønn. tvs 173.000.000.

Einar 50 løðistøðir x 20-tús. (bara eitt skot) so eru vit upp i á 174 mill.

Helst skulu bussarnir, sum skulu á verkstað, sendast av landinum (les: á Sandi STENDUR ein!!) .........

Og avskrivast skal niður á NULL, tí virðið av bussunum er neyvan størri enn tað, eftir 7 árum.

Stóri spurningurin er eisini, hvør tímir at koyra hesar rutur?

Skifta buss hvønn tíma? = EINGIN PAUSA!

Skal arbeiðstakarin hava fólk at koyra 16 bussar út á ruturnar hvønn tíma?

Hetta kann lættliga leypa upp í krónur og oyru.

Og neyvan verður tað lætt at finna ein arbeiðstakara sum yvirhøvur tímir at fara í holt við eitt tílíkt prosjekt.

Í DK fáa tey ES-stuðul til el-bussar, tað fáa vit neyvan!

Hetta eru so bara tankar úr førarsetrinum á einum býarbussi í Havn.

Kh Danny

PS.: SEV klárar at framleiða helvtina av streyminum við grønari orku! 48 elbussar kontra 16 dieselbussar við nýggjastu tøkni, sum dálkar sera lítið?

ROKNIÐ NÚ!!

PPS. “Chilensk litium og børnearbejde kan ikke udelukkes i Danmarks nye elbusser. Nye elbusser i danske kommuner nedsætter CO2-udslippet markant. Men de ansvarlige selskaber aner ikke, hvor eller hvordan mineralerne i bussernes batterier er udvundet. Amnesty efterlyser lovgivning på området.

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo