Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Tórshavnar kommuna: Heilsu- og umsorganartænastan hjá Tórshavnar Kommunu hevur skipað fyri fimm daga longum skeiði í demens, og í gjár fingu fyrstu starvsfólkini prógv.

Hetta er fyrsta skeiðið av sínum slag, sum H&U eftir ætlan fer at bjóða út til starvsfólk á øllum deildum í H&U í ár. Allir undirvísarir á skeiðnum, eru føroysk heilsustarvsfólk við servitan innan demens, og kenna demensøkið í Føroyum væl.

Skeiðið gevur luttakarunum grundleggjandi vitan um viðkomandi hugtøk og evni í røkt og viðgerð av fólki við demenssjúku. Endamálið við skeiðnum er at menna dygdina í arbeiðinum hjá heilsustarvsfólki á demensøkinum hjá H&U, tá tað snýr seg um røkt, viðgerð, vegleiðing, stuðul og umsorgan fyri menniskjum við demens og teirra avvarðandi.

Eisini fáa tey amboð til at loysa avbjóðingar, sum tey í sínum arbeiði uppliva, at borgarar við demens og teirra avvarðandi standa við.

Leiðslan í H&U fegnast um at fyrstu starvsfólkini hava lokið skeiðið, og ynskir luttakarunum hjartaliga til lukku og hepna hond í teirra áhaldandi menning av tænastuni til borgarar við demens og teirra avvarðandi.  

Tær, ið fingu prógv, eru: Anja Lyngvej, Malan Hentze, Eyðvør Christiansen, Anna Helena Kristiansdóttir, Eydna Wolles, Nomi Johnsdóttir, Jastrid Augustinussen, Diana Poulsen Strøm, Helga Fritjónsdóttur, Lovisa við Kykslið, Súsanna Thorsteinsson, Birna Dam, Anetta Jacobsen, Frida Samuelsen, Irene Mekkenborg og Lillian Poulsen.

Á myndini uttast t.v. sæst eisini Ingun Eidesgaard, einarleiðari í Heilsu- og umsorganartænastuni.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo