Eg havi ikki tosað við vermóður í longri tíð. Eg havi ikki viljað brotið hana av
- Rodney Dangerfield

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Bøkur

Forlagið FANNIR hevur sett sær fyri at prenta aftur nakrar av elstu upprunasjónleikunum og nakrar týddar leikir, sum hava verið nógv spældir í Føroyum.

Viðmerkingar eru skrivaðar til leikirnar, og eru greinir skrivaðar um teir, eru tær prentaðar við.

Nú kemur so seytjanda leikritið, ”VINARLIG HJÚN”, sum norðmaðurin Torvald Tu (1893-1955) skrivaði miðskeiðis í 1920-unum. Hetta er sangleikur  í trimum pørtum. Nyholm Debess (1882-1952) týddi til føroyskt. Umframt í Havn (í 1928) hevur hann verið spældur í fleiri bygdum í Føroyum.

Í 25 ár búði Torvald Tu saman við vinmanni sínum, klaverleikaranum Trygve Johannes Stangeland (1898-1969). Hetta var í eini tíð, har ið parlag millum fólk av sama kyni var revsivert. Teir vitjaðu í Føroyum í desembur í 1931 og vóru á palli í Sjónleikarhúsinum. Teir vórðu væl fagnaðir.

Árni Dahl valdi tekstir, skrivaði viðmerkingar og legði til rættis.

Bárður Jákupsson sniðgav forsíðu. William Heinesen gjørdi skreytmynd.

Leikrit 17 er 118 síður.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo