Í gjár vóru 17 nýggir tilburðir av korona staðfestir.
Tað vísa nýggjastu tølini hjá landslæknanum.
Í 16 førum er smittukeldan kend, og ein tilburður varð staðfestur við kanning á fjórða degi eftir komu til Føroyar.
1205 kanningar vóru gjørdar seinasta døgnið.
Í løtuni eru 69 smittað í Føroyum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo