Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vága Kommuna

Vága Kommuna: Fyri 3 vikum síðan varð lýst eftir nýggjum kommunustjóra til Vága kommunu. Umsóknarfreistin var 18 mai og sigast má at stórur áhugi er fyri starvinum. Tað eru komnar 17 umsóknir til starvið - 11 menn og 6 kvinnur hava víst starvinum áhuga og søkt.

Setanarbólkurin fer undir at viðgera allar innkomnu umsóknirnar beinanvegin, og miðja verður eftir at seta starvið frá 1 juli ella skjótast gjørligt.

Í stuttum kann sigast um starvið, at kommunustjórin skal stuðla býráðnum og borgarstjóranum í at seta dagsskránna og megna at halda visjón og møguleikar í miðdeplinum í samstarvi við borgarar og vinnulív í kommununi. Borgarstjórin og kommunustjórin mynda kommuna úteftir saman.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo