Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Bøkur

Hetta er fjórða árið á rað, at FUR gevur út bók um tær 174 útbúgvingarnar, ið kunnu takast í Føroyum nú.  

"Les og Lær í Føroyum" er heitið á bókini, ið FUR fyri stuttum hevur givið út. Bókin er 312 síður og virkar sum ein handbók fyri ung, ið ynskja at taka útbúgving í Føroyum. Bókin er ætlað til skúlaárið 2017-2018.

"Ein grundleggjandi fortreyt fyri, at ung velja at útbúgva seg í Føroyum, er, at tey vita, hvørji útbúgvingartilboð eru," sigur Rói Poulsen, formaður í FUR. Í bókini verða allar útbúgvingarnar gjølla lýstar, og fyri hvørja útbúgving fært tú at vita um umsóknarfreistir, upptøkutreytir, framtíðarmøguleikar og annað viðkomandi.

"Til tess at økja talið á føroyingum, sum lesa og læra í Føroyum, er tað ikki bert ein spurningur um øktan eftirspurning, tað er avgerandi, at útboðið og harvið úrvalið av útbúgvinum, er áhugavert," sigur Rói Poulsen, formaður í FUR.

Tilfarið í bókini er savnað inn frá Mentamálaráðnum, Yrkisdeplinum, útbúgvingarstøðum, stovnum og fyritøkum. Umframt at geva nýggja bók út hevur FUR eisini savnað tilfarið á føroysku heimasíðuna les.fo og ensku heimasíðuna studyinfaroeislands.fo. FUR hevur eisini framleitt fimm nýggiar filmar um útbúgvingar í Føroyum, soleiðis at nú ber til at síggja ungdómar greiða frá 14 ymiskum útbúgvingum, ið kunnu takast í Føroyum.

Bókin er á til láns á øllum bókasøvnum í Føroyum og er eisini latin øllum skúlum. Til ber eisini at keypa bøkurnar í bókhandlum kring landið.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo