Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Synergi: “Dugur tú Excel”? Flestu arbeiðspláss brúka Excel á ein ella annan hátt, Tí verður tað nærum forvænta, at starvsfólkini duga hetta. Excel er eitt fantastiskt forrit, sum øll kunnu fáa stóra gleði av. Til útrokningar, listar, sølutøl, ymiskar skabelónir, skema, ja til alt møguligt, eisini til ymiskt privatbrúk. Bert 2 pláss eru eftir til skeiðið 27. og 28. apríl.

Í staðin fyri at gera alt av nýggjum hvørja ferð, kanst tú gera tær ymiskar skabelónir til tað, tú oftast hevur brúk fyri. So tastar tú bara nýggjastu broytingarnar inn, og vupti so er alt roknað út fyri teg.

Hetta skeiðið er til tín, sum kanska enn situr við roknimaskinuni og hyggur eitt sindur øvundsjúk/ur eftir teimum, sum bara tasta alt inn á Excel og vupti, so er úrslitið klárt.

Ella til tín, sum brúkar og hevur kanska brúkt Excel í minni mun, men kundi hugsa tær at lært forritið heilt frá grundini. So tú gjørt tingini uppá tað lætta og rætta mátan.

BERT 2 PLÁSS ERU EFTIR!

Tilmelding HER  ella á www.synergi. Tú kanst eisini ringja 322355

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo