Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Í tilsamans 29 londum og statum kring heimin er nú loyvt at hjálpa doyggjandi at sleppa foldum frá skjótari enn annars. Og tá verður ikki meint við passiva deyðshjálp, sum til dømis at sløkkja fyri einum respiratori ella steðga við at geva heiligvág.

Fyrsta landið at loyva aktivari deyðshjálp var Sveits, tað var longu í 1942. Seinni komu eisini Niðurlond og Belgia á listan, tað var í 2002. Bara í Niðurlondum er loyvt at veita aktiva deyðshjálp til fólk í øllum aldri.

Tilsamans hava 100.000 fólk í Niðurlondum fingið aktiva deyðshjálp seinastu 20 árini, og talið hevur verið stútt vaksandi. Í 2020 hendu yvir 4% av øllum deyðsfallum við aktivari deyðshjálp, kann lesast í nýggjari frágreiðing

Í juni 2021 doyði 57 ára gamli fransmaðurin Alain Cocq (myndin) í heiminum. Hann hevði ólekiliga sjúku, og vildi hava aktiva deyðshjálp, men tað kundi hann ikki, tí tað er ikki lógligt í Frankaríki. Hann gavst tí at eta og drekka, og ætlaði at senda beinleiðis frá tilgongdini til hann doyði fyri at mótmæla. Youtube sperraði tó rásina hjá honum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo