Eg havi ikki tosað við vermóður í longri tíð. Eg havi ikki viljað brotið hana av
- Rodney Dangerfield

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Løgtingið hevur júst viðgjørt uppskot um at hækka játtanina til tunlar Norður um Fjall upp í kr 532 mió.

Sambært viðmerkingunum til lógarupskotið verður roknað við eini dagligari meðal-ferðslu gjøgnum tunnlarnar uppá 2000 akfør.

Hóast fólkatalið í Sandoynni ivaleyst er hægri enn tað Fyri Norðan Fjall, verður einans roknað við 410 akførum dagliga gjøgnum nýggja Sandoyartunnilin.

Hví? Jú, tað kemur sjálvsagt av, at norðoyingar kunnu brúka teirra tunnlar ókeypis, meðan sandoyingar noyðast rinda nýtslugjald.

Men, álvaratos er tað ikki ørkymlandi, at samfelagið brúkar 1,2 – 1,4 mia krónur uppá ein tunnil, fyri síðan at krympa ágóðan av íløguni við 80%?

Sandoyartunnilin er einki gullnám?
Um vit halda mettu tølini fyri Sandoyartunnilin upp móti roknskapartølunum fyri Vágatunnilin sæst, at prísurin at nýta Sandoyartunnilin – um hann verður hin sami sum fyri Skálafjjarðartunnilin - verður uml 6 ferðir so høgur sum tann í Vágatunnlinum, meðan talið av akførum gjøgnum Vágatunnilin verður uml 6 ferðir so høgt.

Sostatt kann metast, at árliga bruttoinntøkan hjá nýggja tunnilsfelagnum av Sandoyar-tunnlinum, verður áleið hin sama sum inntøkan hjá Vágatunnlinum.

Bruttoinntøkan hjá Vágatunnlinum fyri 2019 var sambært ársroknskapinum 13,3 mío krónur.

Viðlíkahalds- og rakstrarkostnaðurin var kr 5,o mió og fyrisitingin kostaði kr 3,7 ( kanska saman við Norðoyartunnlinum ).

Annars hevur viðlíkahalds- og rakstrarkostnaðutin av Vágatunnlinum verið kr 5,1 mió krónur í meðal fyri øll 17 roknskaparárini!

Sambært hesum tølunum er sannlíkt, at nýggja tunnilsfelagið fær eina árliga inntøku av Sandoyartunnlinum eftir rakstur, viðlíkahald og fyrisiting uppá minni enn 5 mió krónur.

Sandoyartunnilin er sostatt einki gullnám fyri nýggja tunnilsfelagið!

Samferðslu- og samfelagsmenning hanga saman!
Tá, samferðslu- og samskiftismenning er besta grundarlag fyri allari virksemismen-ning, er umráðandi at fáa sum frægast burtuúr teimum krónunum. Ið nýttar verða á økjunum.

Tí er tað skilagott, at norðoyingar sleppa undan at rinda nýtslugjald av teirra tunnlum.

Tað er tað eisini, hóast rakstrar- og viðlíkahaldskostnaðurin av teirra nýggju tunnlum saman við nýggja Viðareiðistunnlinum – sambært viðmerkinginum í omanfyrinevnda lógaruppskotinum - verða eins høgar ella hægri enn hesar somu av Sandoyartunn-linum!

Og eisini tí hevði tað verið nógv skilabetri, um tað gjørdist ókeypis at koyra gjøgnum Sandoyartunnilin, og tá kundi landskassin – t.e. øll!! ikki bert vit á bygd, men eisini tit í bý – rinda rakstur og viðlíkahald og haraftrat rinda nýggja tunnilsfelagnum í minnsta lagi hesar 5 mío krónurnar, ið felagið missir vegnað avtøkuna av nýstlugjaldinum í Sandoyartunnlinum!

Sv. Aage Ellefsen

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo