Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Team Rynkeby Føroyar: Leygarkvøldið 8.mai var árligi galladøgurðin, sum Team Rynkeby Føroyar skipar fyri. Rudolf Joensen, sum hevur verið vertur øll árini, bjóðaði væl komin, nú áttandi galladøgurðin hjá Team Rynkeby Føroyum varð hildin; hesa ferð á Hilton Garden Inn.

Gestirnir hugnaðu sær, og undirhaldið var einki minni enn fantastiskt. Tórshavnar Manskór sang fyri gestunum í gongini, áðrenn borðhaldið byrjaði. Eftir at gestirnir høvdu sett seg til borðs og fingið forrætt, spældi Marius Ziska nakrar av sínum vøkru og inniligu sangum.

Eftir Marius komu teir í Vágaverki á pallin.

Niclas og Lena sungu eisini nakrar sangir, ímeðan gestirnir fingu fyrsta floks mat. Síðani kom Sjúrður Skaale, fyrrverandi rynka, á pallin, og hann fekk sum vant alla fjøldina at flenna. Jens Marni Hansen endaði kvøldið, og við sínum rokkutu tónum setti hann futt í og fekk øll at syngja við.

Á veitsluni varð kekkur handaður fyri innkomnu pengarnar, sum galladøgurðin gevur. Upphæddin var 200.000 krónur. Vit á Team Rynkeby Føroyar – liðinum takka Hilton Garden Inn fyri at lata høli, kokkar, samskipan og hjálparfólk. Eisini takka vit Okkara, Føroya Bjór, PM – Heilsølu, Leif Mohr, Damfar og Landshandlinum fyri mat og drykkjuvørur.

Takk til Steingrund Akustik fyri tøkniliga framleiðslu og útgerð. Síðst, men ikki minst, túsund takk til tykkum øll, sum keyptu atgongumerki til døgurðan. Uttan tykkum var eingin galladøgurði.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo