At hepnast er at fara frá einum mistaki til tað næsta við sama ídni til tað eydnast
- Winston Churchill

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Mítt tastatur

Tað kunnu vera ovurmiklar, djúphugsnar hugaroyndir, ið birtast, tá rímsmiður við støðugari almennari høvundasamsýning ár undan ári, vaknar úr bjarnardvala, og eina løtu gloymir dustsúgvara, matgerð og avmáldu búkfylluna í matpakkarnar í dagliga húskallagerninginum.

Skaldsfrælsið røkkur óføra langt.

Eisini til at stovna fylgjarabólk á Facebook við tí endamáli at áleggja øllum føroyskum lønmóttakarum at gjalda 210 krónur til eitthvørt hjálparfelag afturfyri, at danir hava goldið koppingarevni til millum onnur Carl Johan.

Tað manglaði bara, at Carli hevði sníkt eitthvørt treingjandi rithøvundafelag inn á listan, sum skal hava endurgjald frá føroyska skattgjaldaranum.

Men tað helt hann seg frá – tað rakk frá diabetis til gikt og sálarfrøðihjálp.

Hvør er so orsøkin, at vit onkursvegna og óbeinleiðis hvør sær skulu endurrinda hesar 210 krónurnar?

Jú.

“Vit kunnu ikki lata onnur gjalda fyri okkum”, sigur Carl Johan Jensen.

Tað sømir seg heilt einfalt ikki at klóra til sín smápengar uppá henda mátan, uttan at lata nakað afturfyri.

Nú verður langt frá okkum at gita ella illgita um, hvørt Carli nakrantíð hevur fingið nakað fyri onki.

Ella um Carli altíð sjálvur hevur goldið fyri at slíta bonaðu ambassadugólvini í Brússel.

Sjálvandi rokna vit við, at hann eitt nú sum ein arvingur til A/S Thorshavns Mælkeforsyning & Margarinefabrik altíð hevur goldið fyri seg sjálvan.

Soleiðis hissini sóu vit í yvirliti, at Carl Johan seinastu 20 árini hevur fingið almannaveitingar fyri 2,66 miljónir – bara úr Mentanargrunninum.

Afturat tí kemur annað gávugóðs og heiðurslønir í langar banar.

So kunnu skattgjaldararnir soleiðis hvør sær meta um, hvørt tey hava fingið nakað afturfyri ella ikki.

Tað kann mann so vera samdur ella ó-samdur um.

Einki margarin í stampin vit fáa
Eru tað ikki føroyingar ið sjálvir ráða
Føroya fólks ogn upp í kneppið fær kastað
Men súrur í huga egnari tjóð alt vil lasta
Andlitsbólk at stovna í berari øði
Samtíðis gøddur við almennari føði
Mjølið úr munninum erpin blæsur
Meðan erkvisin vár dyr til móðurtjóð læsir
Koppingarevnið góða
Okkum í vælvild er bjóðað
Hevði sømt seg at takka
Heldur enn at ilskast í síðum frakka
Hevði sømt seg at tikið ímóti
Heldur enn at berjast í egnum róti
Tí betri tað er minni at rinda í skatti
Enn at sita sintur undir hatti
Við dustsúgvara í hendi
Hann í Brússel lendi
Síðani til Boris í London at sita
Har peikar móti okkum sum einki vita

Spyrst, so livst.

Ad-hoc toymið

Hetta er ein oddagrein. VP hevur frælslynta sjónargrein, sum stundum kemur til sjóndar í oddagreinunum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo