Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Fremst sita Halldis Joensen, leiðari fyri Heimatænastuna í Vágum. Mette Søndergaard undirvísari. Amie Jacobsen, borgarstjórið í Sørvágs Kommunu. Birgitte Vølund, undirvísari og Eyðdis Hartmann Niclasen, borgarstjórið í Vága Kommunu

Mikudagin fingu 22 starvsfólk prógv sum demenssamskipari.

Tað eru Kommunusamstarvið og Heimatænastuni í Vágum, ið hava tikið stig til útbúgvingina.

Størsti parturin av demensumsorgan og tilboðum liggja nú í nærumhvørvinum hjá borgarunum og verða ídag fyrisitin av kommunalu samstarvsøkjunum. Tí er umráðandi at tryggja, at allir borgarar í samfelagnum fáa somu atgongd til hesa vitan, og at tey tilboð og fyriskipanir, sum eru, verða bygd á holla og nútímans vitan,  og við hesum hava vit nú styrkt vitanina í Føroyum.

Framløgurnar vóru almennar og var tað hugtakandi, kveikjandi og lærandi at lurta. Demens er vitunartungt og ymiskar eru avbjóðingarnar í arbeiðinum innan demensrøkt. Tað setir stór krøv til samskipanina av teim ymsu átøkunum og hjálpini, sum einstaka borgaranum og hansara avvarðandi tørvar, hvørt tað so er heima ella á røktarheimi.

Og hesar 22 hava nú fingið amboð, sum koma teimum demensraktu, teirra familjum, kommununum og almannaverkinum tilgóðar.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo