Tú kanst skáka tær undan veruleikanum. Men tú sleppur ikki undan fylgjunum av at skáka tær undan veruleikanum
- Ayn Rand

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Tórshavnar kommuna: Tað hevur verið tørvur á bátaplássum í Havn í nógv ár – nú eru um 265 á bíðilista til bátapláss. Í Havn og á Argjum eru 550 bátapláss. Simuleringar vórðu gjørdar fyri mongum árum síðan, men nú er havnarlagið sera nógv broytt, og kanningar nú vísa, at tað er blivið væl kyrrari í Álakeri.

Arbeiðið varð boðið út í innbodnari lisitasjón millum sjey arbeiðstakarar. Avgjørt varð at taka av bíligasta tilboðnum, ið var frá Tórhalli Hansen. Tað var uppá góðar 14 miljónir. Tíðarætlanin ljóðar uppá 10 mánaðir frá 1. juli at rokna.

Bátabrúgvarnar verða sama slag sum tær nýggjastu á Skálatrøð. Økið á landi verður víðkað við tveytúsund fermetrum og nýggjur dráttur verður gjørdur til kappróðrarbátar, umframt betraðar møguleikar fyri áhugafeløg at húsast í økinum.

Arbeiðið umfatar at gera brimgarð og økið fram við landi, grótskráa, trappur, gongubreyt, kantsteinar, fundament til ljóssteyrar og festi til bátabrúgvar. Tað, sum tá er eftir at gera, eru sjálvar bátabrúgvarnar, økið á landi og tekniskar installasjónir.

Fíggjarnevndin mælti býráðnum til at taka av tilboðnum frá Tórhalli Hansen, og at gera sáttmála um arbeiðið, at játta 10 miljónir av løgukarminum fyri 2020 fyri smábátahavnir, og at játta 5,1 miljón av íløguætlanini fyri 2021.

Málið var fyri í býráðnum í gjárkvøldið og varð einmælt samtykt.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo