- Fyri okkum, sum eru farin um tey 30, og sum enn ikki hava maka og børn, er tað at lætt at kenna seg aftur í bæði høvuðspersóninum, trupulleikunum og boðskapunum í nýggju norsku sjónvarpsrøðini "Hjem til jul S01".
Hetta skrivar filmløgreglan hjá nrk.no, sum gevur røðini fýra út av seks stjørnum.
Røðini snýr seg um 30-ára gomlu Jóhonnu, sum lýgur fyri familjuni, tá hon sigur seg hava funnið ein maka.
Familjan ger tá ikki mætari enn at bjóða henni at hava makan heim við sær á jólum.
Nú eru góð ráð dýr hjá Jóhonnu, sum hevur 24 dagar at finna sín einasta eina.
Ida Elise Broch spælir Jóhonnu, og 84-ára gamla Ghita Nørby úr Danmark hevur ein annan av høvuðsleiklutunum í røðini.
"Hjem til Jul S01" er at finna á Netflix.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo