Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Merkisdagar

Prógvhandan hevur verið á Miðnámi í Vestmanna, har 24 nýggir ferðaleiðarar hava fingið prógv.

Ferðaleiðaraskeiðið er sett saman av kravdum lærugreinum í skeiðspørtum umframt endaligari verkætlan. Undirvísingin er skipað sum teoretisk og praktisk undirvísing í tilsamans umleið 200 undirvísingartímar. Endamálið við skeiðnum er, at lesandi eftir lokið skeið skulu kunna virka sjálvstøðugt sum ferðaleiðari og vera við í tvørfakligum samstarvi.

Tað er Annika Larsen Black sum er samskipari av ferðavinnuútbúgvingini á Miðnámi í Vestmanna.

Tey sum tóku prógvið hesaferð vóru Ditte Mathilda Joensen, Britta Joensen, Dorthea Joensen, Jonleyg Joensen, Jógvan Martin Joensen, Álvur Danielsen, Durita Krosstind Gregersen, Mikkjal Olsen, Frank Jacobsen, Elin Maria Olsen, Petra Iversen, Anita Hentze Hardlei, Jacoba Lervig, Miriam Nolsøe Johannesen, Bjørg Winther Reinert, Vígdis Frýdal, Elsa Maria Bærentsen, Hans Hjalti Skaale, Guttormur í Skála, Jeanette Poulsen, Randi Holm, Ingi Á Smið, Poul Hentze og Leivur Harryson.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo