Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Mítt tastatur

VP spurdi: Ætlar tú at lata teg koppseta fyri koronu? og tilsamans hava 1825 svarað.

VP skrivaði í sambandi við kanningina, at tað hoyrist úr fleiri londum, at ein stórur partur av fólkinum ikki ætlar at lata seg koppseta. Eitt nú sigur fimti hvør dani, at hann ivast.

Summi fólk eru ikki heilt álvulig við vaksinur sum heild. Tey halda, at tær í ringasta føri kunnu hava álvarsligar avleiðingar og hjáárin við sær, og tí vilja tey heldur gerast immun uppá tann natúrliga mátan - við at gerast sjúk og síðani frísk.

Men effektin av eini vaksinu minkar, færri brúka hana, og tí spyr VP, hvussu tú ætlar at gera, tá ein vaksina verður tøk.

Kanningin vísti:

- Ja, sjálvandi siga 52%

- Nei, tori ikki siga 24%

- Veit ikki siga 23%

Atkvøtt: 1825

Hetta er ein oddagrein. VP hevur frælslynta sjónargrein, sum stundum kemur til sjóndar í oddagreinunum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo