Eg havi ikki tosað við vermóður í longri tíð. Eg havi ikki viljað brotið hana av
- Rodney Dangerfield

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Filmsfelagið: Tað er ein vakran sólskinsmorgun, við fráboðan um at summar er í hondum, at Claire Darling hevur gjørt av at lata alt jarðiskt góðs frá sær. Hon setur alt út á bøin framman fyri húsini og ger klárt til loppumarknað.

Tá dótturin, Marie Darling, frættir um ætlanina hjá mammuna at selja øll barndómsminnini, fer hon heim at steðga søluni og finna fram til orsøkirnar fyri at hin eksentriska Claire ger, sum hon ger.

Í høvuðsleiklutinum síggja vit 76 ára gomlu fronsku stjørnuna Catherine Deneuve, og í leiklutinum sum dótturin Marie, síggja vit 47 ára gomlu Chiara Mastroianni, sum í veruleikanum er dóttir Deneuve.

Ummælarin Bo Green Jensen sigur í Weekendavísini um filmin, at hetta er ein klassisk søga um at eldast og at vitja heimið, har ein vaks upp, tá minnið fer at svíkja:

”Bertuccelli har optaget filmen i sin bedstemors hus i Verderonne. Det er mere end en metatekstuel krølle. For instruktøren, der er på besøg i sin barndom, bliver Claire Darling et eksistentielt anliggende. Det er klassisk, karakterdreven filmkunst.

Filmsfelagið vísir Claire Darling mikudagin hin 27. november. Sýningin er almenn eins og allar sýningar í Filmsfelagnum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo