Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Merkisdagar

Tórshavnar kommuna: Annfinn Brekkstein er føddur í Havn 21. august 1960, sonur Elin og Hans Petur Brekkstein á Velbastað. Fór í læru hjá P/F Reyni-Service 1. oktobur 1977 sum goymslu og skrivstovunæmingur niðri í Rættará. Eftir hetta hevur yrkisleiðin verið sera fjølbroytt, tó mest í banka tilsamans 15 ár, eins og hann átti og rak Føroya Egg í 10 ár. Ítróttarlívið hevur altíð verið stórur partur av honum, síðani hann fór til Havnar og til dagin í dag.

Annfinn Brekkstein varð valdur í kommunupolitikk á fyrsta sinni fyri 25 árum síðani. Hetta var á valinum í novembur 1988, tá ið Annfinn 28 ára gamal varð valdur í bygdarráðið í Kirkjubøar kommunu. Hann bleiv valdur á lista B, sum fekk 2 umboð. Listi A fekk 3 umboð. Hann bleiv valdur aftur í 1992 á lista B, sum fekk 2 umboð. Ta ferðina fekk Listi A aftur 3 umboð.

- Vit, sum bjóðaðu okkum fram til valið í 1996, tosaðu um, at best var bara at hava ein lista. Tann, sum fekk flestar atkvøður, skuldi gerast borgarstjóri. Tað eydnaðist mær at fáa flestar atkvøður og soleiðis at gerast borgarstjóri. Vit skipaðu okkum soleiðis, at øll fingu ávirkan. Tað sama hendi eftir valið í 2000, tá ið tveir fólkavaldir fingu javnt nógvar atkvøður. Tá var meiriluti í bygdarráðnum fyri, at eg skuldi halda fram sum borgarstjóri í 4 ár afturat, minnist Annfinn Brekkstein aftur á.

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo