Ver ikki so himmalskur, at tú ikki er til nakra verðsins nyttu
- C. H. Spurgeon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Heilsufrøðiliga Starvsstovan: Higartil í ár eru 25 løggildingar veittar á heimamarknaðinum. Talan er um ymiskt virksemi, matstovur, kaféir, matarvognar og handlar.

Øll veitan av matvørum er fevnd av matvørulógini. Tískil er týdningarmikið at øll, sum fara í holt við eitthvørt virksemi, sum inniber veitan av mati, seta seg í samband við Heilsufrøðiligu starvsstovuna (HFS) fyri at fáa kunning og vegleiðing.  

Tað er einfalt at søkja um løggilding ella skráseting.  Umsóknarblaðið er at finna  her

Tá ein løggilding verður veitt eini kafé ella matstovu verða bæði hølisviðurskifti og mannagongdir í samband við handfaring av matvørunum gjøgnumgingin.  Matstovurnar, sum hava løggilding, fáa eisini regluliga eftirlitsvitjan av HFS, har somu mannagongdir verða gjøgnumgingnar og hølisviðurskiftini eftirhugd.  

Ein løggilding er sostatt ein váttan fyri, at tey heilsufrøðiligu viðurskiftini eru kannað. T að er tó til eina og hvørja tíð, veitarin av mati, sum hevur ábyrgd av at hesi viðurskiftini eru í lagi.  

Undantøk fyri løggilding.

Undantøk eru m.a. fyri veitan av matvøru til vitjandi í privata húsarhaldinum (Heimablídni)  og av morgunmati í sambandi við Ból og Bita.  Heilsufrøðiliga starvsstovan fær alsamt fleiri fyrispurningar um heimablídni, og hvat virksemi kemur undir hetta. Tískil er ein dagførd lýsing av heimablídni at finna her.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo